Tann góða, gamaldags mjólkin – uttan nakað stríð.

Og fløskurnar kunnu sjálvandi endurnýtast. 

Mjólkin er dýrabar og at fáa hesar dýru droparnar til høldar hevur altíð havt stóran týdning í Føroyum. Í dag munnu tað tó vera fá, ið kenna heitið nýmjólk og enn færri, ið kunnu fáa fatur á henni.

Saman við RASKA hjá MBM hava vit í Miklagarði tikið tað besta úr fortíðini og flutt tað í nútíðina. Tí kunnu vit bjóða føroyingum mjólk, ið er so tætt at uppruna­mjólkini, sum til ber.

Vit kalla mjólkina Nýmjólk, og fyri at tryggja, at mjólkin er heilsugóð, verður Nýmjólkin í Miklagarði bert hitaviðgjørd, meðan fitin er tann sama, sum kom mjólkin beint undan kúnni.  

Nýmjólk egnar seg væl í matgerðini