Soleiðis gert tú
Síla saftina frá kirsuberunum. Goym bæði saft og ber.
Sker vaniljustongina í helvt, skava vaniljukornini úr og koyr bæði korn og stong í eina grýtu saman við Nýmjólkini.
Lat koma upp á kók, men ansa eftir, at mjólkin ikki brennur í botnin.
Tá Nýmjólkin kókar, tak grýtuna av plátuni og lat kølna eitt sindur.
Sker Amarena-kirsuberinií helvt og hav tey klár til at blanda í ísin. Goym saftina kalt.
Píska eggjareyðarog sukur, til tað er sum skúm – tað skal vera næstan heilt hvítt.
Píska Nýmjólkina varliga í og koyr síðan alt aftur í grýtuna.
Hita nú kremið, ímeðan tú pískar. Kremið má ikki koma upp á kók.
Hita og píska, til kremið byrjar at tjúkna.
Koyr í eitt ílat, rør Amarena-kirsuberini í og set so í frystaran.