Til uml. 4 fólk.
· 1 dunna (uml. 2,5kg)
· 150 g av sviskum
· 3 matarsúrepli
· 1 hjarta frá dunnuni
· 1 livur frádunnuni
· 15 g avdunnufeitti (ella smør)
· 1 súpusk. avgrovum salti (umleið)
· 1 tesk. avnýmalnum pipari
KÓKISOÐ TIL SÓS
· 1 vong, háls og krás av dunnuni
· 7 dl av vatni
· 1 grein av timian
· 2 greinar avpersillu
· 1 gularót1 leyk
· 1-2 tesk av salti
DUNNUSÓS
· 4 dl avsteiki soði ella steikisoðlopa
· 2 súpusk. avhveitimjøli
· 1-2 dropar avliti/kuløri
· 1 tesk. av salti(umleið)
· 1 knívsodd av pipari
Dunnusteik
Hita ovnin til 160 hitastig. Nagga dunnuna innan og uttan við salt og pipari. Sker livrina í helvt og brúna hana saman við hjartanum og einum sindri av smøri ella dunnufeitti. Flys súreplini, burturbein kjarnuhúsan og sker í bátar.
Fyll livur, hjarta, súreplabátar og sviskur inn í dunnuna. Loka dunnuna um hálsin við kjøtnálum. Sker uttastu liðirnar av veingjunum, bind síðan veingirnar saman á rygginum. Bind lørini saman um uttasta liðin.
Set dunnuna á ovnristina yvir bráðpannuni við rygginum uppeftir. Steik í umleið 35-40 minuttir fyri hvørt kilo niðast í ovninum.
Kókisoð/bót
Kóka veingir, háls og krás í vatni saman við urtum og salti til eina bót. Stoyt feittið frá bráðpannuni í eina skál, tá tað hevur steikt í ¾ tíma. Vend steikini. Sálda kókibótina og stoyt hana í bráðpannuna. Steik víðari í 15 minuttir. Stoyt steikibótina frá og goym hana. Set nú ovnin á 250 hitastig.
Stoyt 1 súpusk. av køldum vatni omanyvir dunnubringuna og eftirbrúnka, meðan hurðin á ovninum stendur eitt vet opin. Ansa eftir, atdunnan ikki brennist. Sløkk fyri ovninum við dunnuni, tá hon er eftirbrúnkað.
Lat hana standa í 10 minuttir við ovnhurðini uppá klemm.
Uppskrift frá Brødrene Price.