3-4 dagar áðrenn jólaaftan
• Dunna ella gás verður tikin úr frystiboksini, og tiðnar spakuliga í køliskápi.
• Kanna, um tú hevur nóg mikið av piparnøtum, smákøkum, konfekt – bæði heimagjørd konfekt og keyptum jólagóðgæti.
2 dagar áðrenn jólaaftan
• Ger innkeypslista og keyp inn.
• Hevur tú allar grýtur, pannur og skálir?
• Kanna, um mandlugávan er klár, tí nú stongja handlarnir skjótt :)
1 dag áðrenn jólaaftan
• Flys mandlur og karva allar uttan tvær.
• Ger rísingreyt.
• Flys smá epli og kóka tey
(skulu brúkast til brúnka epli).
• Ger heitt
reyðkálssalat.
• Eg seti gásasteikina ella dunnusteikina í ovnin tíðliga fyrrapartin.
Jólaaftan
Um morgunin og á middegi
• Ger
grønkálsalat tilreiðar at borðreiða.
• Ger
reyðkálssalat tilreiðar at borðreiða.
• Set
dunnuna í ovnin – síggj uppskrift her (Hygg burtur frá hesum, og set dunnuna í ovnin seinni, um tú ætlar at borðreiða dunnuna heila).• Flys eplini og koyr tey í eina grýtu við vatni.
• Set skálir og føt á køksborðið – klár at borðreiða jóladøgurðan við.
• Pískaróma til rísalamangið og vend í rísalamanginum. Set síðani at køla, klárt atborðreiða seinni – gloym ikki mandluna.
• Stykkja dunnuna sundur og legg í eitt elddygt fat, sum verður sett at køla.
Millum kl. 16.00 og 17.00
• Ger sósina.
• Hitar eyðkálssalatið.
• Kóka eplini.
•
Brúnka eplini.
• Set sundurskornu dunnuna í ovnin í umleið 10 minuttir í 180 hitastigum, so honn verður heit.
Nú er alt tilreiðar til borðreiðing umleið kl. 17.30 - 17.45 – og tit kunnu njóta ein góðan jóladøgurða :)