Tal: 4 fólk
Tíð: 40 min.
· 600 g av smáum eplum.
· 1 súpusk av grovum salti.
· 75g av sukri.
· 20 g av smøri.
Orka fyri 1 fólk: 987KJ/2356Kcal. Føðsluinnihald fyri 100 g: Protein: 1,9 g. Kolvæta: 26,5 g. Fiti:2,6 g.
Kóka eplini í vatni við salti í 8-10 min., til tey næstan eru moyr, men framvegis føst í tí.
Stoyt vatnið burtur og lat eplini dampað og kølna nóg mikið til, at tú kanst flysa tey.
Skola eplini í køldum vatni og lat tey dyppa av.
Koyr sukrið á turra pannu í miðal hita og lat tað smelta spakuliga.
Tá ið kantarnir byrja at smelta og karamellisera, verður smørið koyrt á pannuna.
Lat smørið brúsa upp og rør sukrið í smørið.
Lat tað nú standa og bræla (smákóka) og karamellisera til ein vakran ljósabrúnan lit.
Koyr eplini í. Einki er at óttast, um klumpar koma í karamellið. Teir kóka burturaftur.
Lat eplini bræla í karamellinum í 10 min.