Fá mjólkina uppá kók í einari grýtu við tjúkkum botni og koyr greytrísini í. Skava kornini av vaniljustongini og koyr bæði korn og stong niður í mjólkina. Rør til mjólkin byrjar at kóka aftur. Minka hitan og lat rísið kóka í umleið 45 minuttir undir loki.
Rør av og á soleiðis at rísingreyturin ikki brennir. Smakka til við einum knívsoddi av salti, tá rísingreyturin er liðugur. Lat greytin kølna.
Píska róman til lætt rómaskúm og blanda tað saman við kalda rísingreytinum. Koyr sukur og hakkaðar mandlur í. Set kalt, til borðreitt verður.
Borðreið rísalamangið við flógvari kirsiberjasós – og tú mást minnast mandlugávuna ;)
Uppskrift frá Brødrene Price.