Tal: 10 fólk
Tíð: 1 tími og 15 min.
· 33 cl av maltøli/jólaøli.
· 225 g av putursukri.
· 200g av ljósum siroppi.
· 425 g av hveitimjøli.
· ½ tesk av muskatpulvuri.
· 1 súpusk avkaneli.
· 1½ tesk av ingiferpulvuri.
· 1 tesk av neliksrót – pulvur.
· 1 tesk avnatron.
Orka fyri 100 g: 1116KJ/267Kcal. Føðsluinnihald fyri 100 g: Protein: 3,6 g. Kolvæta: 61,2 g. Fiti:0,6 g.
Blanda øl við putursukri og siroppi. Blanda mjøl saman við kryddi og natron og rør tað í ølblandið.
Ger ein 2-litrar sandkøkuform tilreiðar við bakipappíri og koyr deiggið í.
Baka køkuna í 1 tíma í 175°. Lat køkuna kølna og et hana í flísum. Smyr smør omaná.
Kann goymast í plastikkposa í upp til 1 viku.
Kann eisini frystast.