Tal: 4 fólk
Tíð: 30 min.
· 2 dl av soyadrykki nevtral.
· 20 g av smeltaðarikokusolju.
· 2 súpusk av ahornsiroppi.
· ½ tesk av kaneli.
· ½ tesk av kardamummu.
· 100 g av havragrýnum uttan gluten.
· 100 g av mjølblandi td. Finax uttan gluten og mjólkarsukur.
· 1 stk bakipulvur*.
*Kanna, at bakipulvurið er uttan gluten – tað eru tey flestu sløgini.
Orka fyri 1 fólk: 1112KJ/265Kcal. Føðsluinnihald fyri 100 g: Protein: 4,4g. Kolvæta: 40,7 g. Fiti: 7,2 g
Rør soyadrykk saman við smeltaðari kokusolju, ahornsiroppi, kaneli og kardamummu.
Koyr havragrýn, bakipulvur og mjølblandið í og píska deiggið saman.
Lat tað standa í 15 min., áðrenn steikt verður til vaflur í heitum vaflujarni.