Soleiðis gert tú
Koyr mjólk og vatn í eina grýtu, sum tekur 4 litrar.
Hita, til tað næstan kókar.
Stoyt rísini í og rør væl ímeðan.
Skava vaniljukornini úr vaniljustongini og koyr bæði korn og stong í grýtuna.
Kóka varliga og rør ofta. Greyturin er liðugt kókaður eftir uml. 40 min.
Tak vaniljustongina úr og koyr greytin í ein bolla.
Stroy sukur á, so skorpa ikki leggur seg omaná.
Set á eitt kalt stað í minsta lagi tríggjar tímar.
Píska róman og hakka mandlurnar.
Koyr bæði í greytin og rør væl við hond.
Skal tað smakka meira av vanilju, kanst túkoyra vaniljusukur í.
Borðreið við kirsuberjasós ella heimagjørdarikaramellsós.