Soleiðis gert tú
Koyr mjólk og vatn í eina grýtu, sum tekur minst 4 litrar.
Hita, til tað næstan kókar.
Stoyt rísini í og rør væl ímeðan.
Kóka varliga og rør ofta. Greyturin er liðugt kókaður eftir uml. 40 min.
Koyr salt í og rør.
Borðreið greytin heitan við smøri og kanelsukri ella við reyðari saft og kanelsukri.