0-30 min 4 fólk
TILFAR
· 1 ribeyebúffur umleið
· 300 g
· 20 g av ingifer
· 3 súpusk. av soya
· 1 súpusk. av sesamolju
· 2 tesk. av putursukri
· 1 hvítleyksbát
· 2 súpusk. av olju uttan smakk
· 1 várleyk
· 1 kili
· 1 súpusk. av sesamfræ
· 2 gular piparfruktir
· 2 reyðar piparfruktir
· 4 reyðleykir
· 2 grasker
Sataydypp:
· 150 g av jarðnøtarsmøri
· 1 lítið blikk av kokusmjólk (0,15 l)
· 2 súpusk. av soya
· 1 súpusk. av sesamolju
Soleiðis gert tú
Sker búffin í fýra bitar, fyrst eftir longdini og síðan tvørturum báðar longdirnar.
Rív ingifer smátt og blanda við soya, putursukri, knústum hvítleyki og maisolju. Sker várleyk í klænar flísar. Tak 2/3 av lakanum av til grønmetið og laka/marinera kjøtið í restini í einar tveir tímar. Sker piparfruktir, leyk og grasker í stórar bitar. Trýst teir upp á smá spjót og smyr við restini av lakanum.
Trýst kjøtið á spjót. Grilla spjótini í einar 2 minuttir á hvørjari síðu ella í 7-10 min í ovninum, sum er settur á grill-hita. Til sataydyppið blendar tú jarðnøtarsmør saman við kokusmjólk, soya og sesamolju.
Borðreið við einum stroyggi av várleyki í klønum flísum, karvaðum kili og sesamfræ.
Sakin er minni búffurSker ein góðan búff í flísar og borðreið salat aftur við búffinum í staðin fyri búff aftur við salatinum. Á tann hátt røkkur ein búffur kring alt borðið.
Hurráróp fyri brúnum sósum
Tak soya, HP-sós, fiskasós og edik fram. Tað gevur rættinum dýpd og smakk uttan at nýta kjøt.