0-30 min 4 fólk
TILFAR
Deiggj
· 3 dl av flógvum vatni
· 25 g av ger
· 1 tesk. av grovum salti
· 1 súpusk. av olivinolju
· 450 g av hveitimjøli, t.d. manitoba ella tipo OO
Fylla:
· 250 g av tomatpassata
· 200 g av rivnum mozzarellaosti
· 250 g av reyðrótum
· 2 reyðleykir
· 250 g av rósukáli
· 125 g av góðum beykoni í flísum ella 6 fløk av ansjósum í olju
· 2 súpusk. av olivinolju
· Salt og svart pipar
· 2 súpusk. av oregano (feskt ella turt)
Soleiðis gert tú
Loys gerina upp í vatni og koyr salt og olivinolju í. Koyr síðan mjølið í og knoða deiggið væl saman, so tað verður toyggiligt og smidligt. Set deiggið at ganga á flógvum stað í 1½ tíma. Hita ovnin til tað heitasta, hann kann, t.d. 250-300° - og set bakiplátur inn, so tær verða hitaðar.
Flys reyðrótina og sker hana í klænar flísar. Sker reyðleykin í álir og sker rósukálið í flísar. Být deiggið upp í 2-4 partar og evna teir til pitsabotnar. Legg hvønn botnin á bakipappír, og koyr tomatpassata og mozzarella omaná. Koyr reyðrótaflísar, rósukál og leyk á og breið beykonflísar ella ansjósufløk omaná. Dryppa við olju og stroy við salt og pipari. Tak heitu bakipláturnar úr ovninum og legg pitsurnar yvir á tær. Baka í 10-12 min. Stroy við oregano.
Her fært tú eina heilsugóða og veðurlagsvinarliga pitsa.
Rætturin verður veðurlagsvinarligari, um tú í staðin fyri beykon nýtir ansjósur í olju, sum eisini gevur pitsuni ein leskiligan og lættan saltsmakk.
Framtíðin er ljós
Vel fisk ella ljóst kjøt sum høsnarunga, tá burgari, pitsa ella tvíflís er á matarlepanum.