Soleiðis gert tú
Flys eplini og rív tey smátt. Legg tey í eina sáldu og trýst eitt sindur av vætu úr teimum. Rív gularøturnar og leykin og blanda við eplum, eggi og hveitimjøli. Krydda við salt og pipari. Hita oljuna í einari pannu og legg fullar spísiskeiðir av epla-blandinum á pannuna og trýst tað javnt flatt. Steik í miðal hita í 5-6 min. á hvørjari síðu.
Sker tomatirnar í helvt og tak kjarnarnar úr. Sker tomatkjøtið í lítlar puntar. Sker piparfruktina í lítlar puntar, karva kili smátt og klipp grasleykin smátt. Blanda tomatir, piparfrukt, kili og grasleyk við sevjuna úr einari ½ leim. Krydda við salt og pipari. Morla ella blenda avokadoina við súrróma, deymkorru og sevjuni úr hinari helvtini av leimini. Smakka til við salti. Borðreið røsti við avokadokremi og toppa við tomatsalsa.
Hesin rætturin er veðurlagsvinarligur til bronsj ella líknandi høvi. Hóskar eisini væl at borðreiða til nátturða saman við t.d. dampaðum brokkoli við sesamolju og einum bita av grovum breyði.
Eplini smakka væl, eru heilsugóð og veðurlagsvinarlig. Tí fáa tey høvuðsleiklutin í hesum førinum.
EPLINI ERU BARA KONGURIN
Gev eplunum høvuðsleiklutin. Ger røsti, eplasalat ella baka epli við fyllu, og lat kjøtið so bara vera tilhoyri.