Soleiðis gert tú
Sker sopparnar í flísar og karva hvítleykin smátt. Sker várleyk í klænar flísar. Goym eitt sindur av tí ovasta grøna at prýða eggjakøkuna við. Smelta 1 súpusk. av smøri í einari pannu og steik sopparnar í nógvum hita, til teir byrja at brúnka. Koyr hvítleyk og várleyk í og krydda við salt og pipari. Steik víðari í 1 minutt, koyr róma í og lat tað kóka inn og gerast eitt sindur tjúkkri. Tak sopparnar av pannuni og set til síðis. Turka pannuna av og smelta restina av smørinum.
Píska eggini lætt saman og krydda við einum sindri av salt og pipari. Koyr síðan á pannuna í miðal hita. Skumpa eitt sindur undir og runt í byrjanini og lat so vera í friði, til eggjakøkan setur seg. Tá hon hevur sett seg, men framvegis er eitt sindur kremut omaná, verður soppafyllan koyrd oman á aðra helvtina av eggjakøkuni. Koppa síðan hina helvtina omanyvir og skumpa varisliga eggjakøkuna (omelettuna) yvir á eitt fat. Stroy við restini av várleykinum.
Eggjakøkan er ein einfaldur og leskiligur rættur til ein veðurlagsvinarligan bronsj ella líknandi. Hóskar eisini væl at borðreiða til nátturða saman við rugbreyði og einum grovum salati við grønmeti, sum eyðkennir júst tað árstíðina.
Egg er ein góð og veðurlagsvinarlig kelda til proteinir. Steiktu sopparnir geva samstundis rættinum eina rúgvu av góðum smakki uttan at tyngja veðurlagið.
MEIRA SMAKKUR
Koyr meira umami í – altso, eins og smakkurin í kjøti – við t.d. steiktum soppum, sólturkaðum tomatum, rivnum osti ella fiskasós.
EGGI SO TRUPULT
Ger fleiri eggjaklassikarar sum omelett, eggjakøku ella biksimat við einari rúgvu av grønmeti og steiktum eggi. Tá sparir tú upp á kjøtið, men tú fært framvegis proteinir.