30-60 min 4 fólk
TILFAR
· 2 blikk av kikkertrum
· 2 óviðgjørdar sitrónir
· Salt og svart pipar
· 2 hvítleyksbátar
· 8 súpusk. av tahin
· 250 g av høsnarungainnlæri
· 1 súpusk. av olivinolju
· 2 piparfruktir
· 1 grasker
· 1 eggfrukt
· 250 g av smáum tomatum
· 2 reyðleykir
· 1-2 rósmaringreinar
· 4 fullkornspitabreyð
Soleiðis gert tú
Set ovnin á 200°. Koyr kikkertrar við vætuni í ein blendara saman við sevju og skali frá 1 sitrón, salti, pipari, hvítleyki og tahin. Blenda tað saman til kremut hummus. Smakka til við salti og sitrón.
Vend høsnarunganum við rósmarinbløðum og olivinolju og blanda við stórum pettum av piparfrukt, graskeri, eggfrukt og tomatum. Sker reyðleyk og hina sitrónina í bátar.
Breið alt út á eina bráðpannu, krydda væl við salti og pipari og baka í ovninum í 200° í uml. 20 min.
Borðreið høsnarungan við grønmetinum á einum fati saman við hummus og hav pitabreyð afturvið.
Her hava vit skrúvað eitt sindur upp fyri mongdini av hummus og eitt sindur niður fyri kjøtinum fyri at maturin skal vera veðurlagsvinarligari. Bjølgfrukt sum kikkertrar hava sum heild lítla veðurlagsávirkan og geva tær protein, smakk og fyllu, soleiðis at tú verður mett.
Ert tú grøn?
Fyll eina pita við falaflu, fiskafrikadellum ella steiktum grønmeti sum t.d. eggfrukt og skvassj. Toppa við breisknum og leskiligum skískkáli.
Minst til kvøldbønirnar
Eitt blikk av kókaðum bønum ella kikkertrum eru frálíkar í salati, blendaðum súpanum og grýturættum. Tú verður mett, og so smakkar tað eisini væl.